Avstralia útsetir CO2-ætlan

Avstralska hevði sett sær sum mál, at landið skuldi skarva 5 prosent av sínum CO2-útláti hetta til 2020, men nú hevur stjórnin samtykt at útseta ætlanina. Eftir ætlanini skulu avstralskar fyritøkur keypa loyvi, áðrenn tær lata CO2 út í atmosferuna, og tann skipanina skuldi koma í gildi í 2011. Men nú er ætlanin útsett og byrjar í fyrsta lagi í 2012, sigur Kevin Rudd, forsætisráðharri.

Forsætisráðharrin sigur, at ein orsøk til avgerðina hjá stjórnini er, at tað gongur so seint við veðurlagssamráðingunum hjá ST. Men eygleiðarar halda ikki, at tað er øll frágreiðingin. Teir vísa á, at val verður í Avstralia um ársskiftið, og at stjórnin vil sleppa undan at umrøða CO2-útlátið í valstríðnum.