Avstralia lurtaði eftir telefonsamrøðunum hjá "Tampa"

Stjórnin í Avstralia er ákærd fyri at hava lurtað eftir telefonsamrøðum hjá norska farmaskipinum "Tampa", tá skipið tók fleiri hundrað flóttafólk upp seinasta summar

Tað er enska blaðið The Daily Telegraph, sum avdúkar, at avstralsku myndugleikarnir lurtaðu eftir telefonsamrøðunum, sum "Tampa" hevði við land, eftir at skipið hevði tikið flóttafólkini av einum søkkandi skipi.
Sambært blaðnum lurtaði avstralska fregnartænastan DSD eftir samrøðunum, sum manningin á "Tampa" hevði við altjóða flutningssamgonguna ITF og avstralska sjómannafelagið. Fregnartænastan lurtaði eisini eftir telefomsamrøðunum millum flutningssamgonguna og sjómannafelagið.
Nú er avstralska fregnartænastan ákærd fyri at hava brotið sínar heimildir, tí hon lat stjórnini avrit av telefonsamrøðunum. Hetta er einans loyvt, um myndugleikarnir meta, landsins trygd er í vanda, ella tá talan er um sera álvarsom brotsverk.
Andstøðuleiðarin í Avstralia, Simon Crean, sigur, at málið er sera álvarssamt, og hann hevur nú kravt at fáa eina frágreiðing frá forsætisráðharranum John Howard.
Stjórnin verjir avgerðina hjá fregnartænastuni við at vísa á, at fleiri av flóttafólkunum hóttu norska skiparan Arna Rimnan. Ein onnur orsøk til avgerðina var, at avstralskir hermenn vóru umborð á skipinum, sigur stjórnin.
"Tampa" tók 438 flóttafólk av einum skipi, sum var komið í havsneyð, men norska skipið slapp ikki at seta tey í land á Jólaoynni, sum norski skiparin ætlaði.