Í avstralska landspartinum New South Wales stríðast sløkkiliðsmenn við at fáa tamarhald á meiri enn 100 skógareldum, sum men óvanliga nógvur hiti og frískur vindur gera arbeiðið sera torført.
Ringast stendur til við býin Rylstone, sum er í útnyrðing úr Sidney. Sløkkiliðsstjórin í býnum mælti í gjár fólki til at fara úr húsunum, tí vandi er fyri, at eldurin fer at breiða seg nærri býnum.
Har eysturi í Avstralia hevur hitin ligið oman fyri 40 stig teir seinastu dagarnar, men veðurmenninir siga nú frá minni hita og minni vindi, og tað fer at hjálpa sløkkiliðunum.










