Avsmurningur í Vestmanna

Munurin ímillum VÍF og KÍF gjørdist óvanliga stórur í kvøld.

Savnsmynd: Julian Olsen hjá VÍF skoraði átta mál í kvøld.

Ein dystur er blivin spældur í FTZ-deildini hjá monnum. Talan var um oddadyst ímillum nummar tvey og trý í deildini, VÍF og KÍF. Dysturin varð spældur í høllini í Vestmanna.

VÍF legði seg á odda alt fyri eitt, og hesa oddastøðuna mistu vestmenningar ongantíð. Longu eftir átta minuttir var støðan 5-2 til VÍF, men tó helt spenningurin sær í fyrra hálvleiki, tí at støðan var ikki meira enn 14-12 til VÍF, tá ið liðini bæði fóru til hálvleiks.

Men í seinna hálvleiki bar absolutt onki til hjá kollfirðingunum. Tað eydnaðist bara KÍF at skora fýra mál allan seinna hálvleik, sum má sigast at vera heilt óvanliga lítið. Vestmenningar skoraðu hinvegin líka nógv mál sum í fyrra hálvleiki, og harvið vann VÍF heili 28-16.

Úrslitið merkir, at VÍF nú hevur 23 stig fyri 17 dystir og er á øðrum plássi. Tvey stig eru niður til Kyndil, sum hevur 21 stig, meðan KÍF veruliga er dragnað í FM-stríðnum. KÍF hevur 19 stig og er nummar fýra í FTZ-deildini.

Málskjúttarnir í kvøldsins dysti í Vestmanna vóru hesir:

VÍF: Julian Olsen 8, Niklas Selvig 7, Sjúrður Olsen 3, Áki Egilsnes 3, Andrias Eriksen 3, Hanus Christophersen 2 og Agnar Joensen 2.

KÍF: Tony Weyhe 5, Fríði Weyhe 3, Teitur Joensen 2, Hans Eli Sigurbjørnsson 2, Jákup Trygvason 2 og Ási Dam 2.