Tað gjørdist ov nógv hjá 25 ára gamla Yiannis Koskiniatis, tá hann um vikuskiftið varð avsettur undan fótbóltsdystinum millum Diagoros og Olympiakos. Diagoros spælir í griksku 3. deild, og tí var talan veruliga um stórdyst í steypakappingini. Koskiniatis hevði verið skaddur undan dystinum, og tí gjørdi venjarin av at seta hann í beinkin, men spælarin møtti als ikki upp til dystin. Seinni varð hann funnin deyður, eftir at hava lopið út av einum 12 metra høgum steini. Í brævi skrivaði hann, at venjaraavgerðin var endaliga orsøkin til sjálvmorðið. Diagoros hevði áður roynt at fingið sálarliga hjálp til spælaran til fánýtis.