Forsetin í Sudan avsannar allar ákærur um ágang og krígsbrotsverk í Darfur Forsetin í Sudan, Omar Hassan al-Bashir, vísir aftur øllum skuldsetingum ímóti sær um ágang og krígsbrotsverk í Darfur.
Sambært forsetanum er ikki talan um annað enn eina roynd at spilla Sudan og landsins forseta út.
Altjóða Revsidómstólurin ICC hevur skuldsett sudanska forseta fyri at hava ábyrgdina av, at 300.000 fólk hava latið lív í landspartinum Darfur, og at 2,7 milliónir fólk eru rikin frá húsi og heimi. Út frá hesum skuldsetingum hevur ICC givið boð um, at sudanski forsetin og tveir av ráðharrum hansara skulu handtakast.










