Avroknast fjórða hvønn mánað

Frá 1. september í ár kemur helst kunngerðin í gildi sum sigur, at 30 prosent av botnfiskinum skal um uppboðssøluna

ÓLAVUR Í BEITI


Kunngerðin um, at 30 prosent av botnfiskinum sum veiddur er undir Føroyum skal um uppboðssøluna kemur helst í gildi tann 1. september í ár. Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, sigur við Sosialin at roynt verður at fáa kunngerðina greiða, so hon kemur í gildi frá 1. september.

Ein broyting er komin í nú frá upprunaliga uppskotinum, og hon er, at avroknast skal hvønn fjórða mánað. Ætlanin var, at avroknast skuldi eftir hvønn túr, men soleiðis verður ikki nú.


Smidligari skipan

Spurdur um hetta verður mett at verða smidligari skipan, sigur Jørgen Niclasen, at soleiðis var tað eisini, tá ið íløgustuðulin var í gildi og tá riggaði skipanin væl.

Høvuðsorsøkin til, at kunngerð nú kemur í gildi um, at 30 prosent skulu á uppboðssølu, er tann, at munandi minni hevur verið avreitt á uppboðssølu í ár.

Tað var eisini ein einmælt áheitan frá vinnunevndini í løgtinginum at krevja ein ávísan part av veiðini á uppboðssølu, og fiskimálaráðharrin vónar nú at fáa kunngerðina sum skjótast setta í verk.