Bæði kvøldini vitjaði hon klubban Hyde, ein klubbi har tey kendu koma. Á veg heim bæði kvøldini spýtti Lavigne eftir myndamonnunum, ið stóðu og bíðaðu uttan fyri klubban. Hetta er ólógligt sambært amerikanskari lóggávu og verður sætt sum harðskapur. Revsingin fyri hetta kann vera bót upp til $1000 og/ella fongsulsrevsing upp til 6 mánaðir, skrivar The Sun.
Sambært heimasíðuni PerezHilton.com, umhugsa tveir av myndamonnunum nú at melda Lavigne. At hesin harðskapur varð framdur fáa myndamennirnir ikki trupult við at prógva, tí teir tóku alt upp á video.