Avriksløn. Eitt nýtt gandaorð hevur stungið seg upp, nú partarnir á almenna arbeiðsmarknaðinum eru farnir til samráðingarborðið.
Heiðurin fyri tað eigur Búskapar- og løgfrøðingarfelagið, sum í einum almennum brævi hevur lagt upp til kjak. Niels Winther er formaður í BLF, og hann sigur, at tað eru fleiri orsøkir til, at felagið hevur tikið málið upp.
? Tað almenna hevur ein ógvuliga stirvnan lønarbygnað, sum ikki eggjar starvsfólkini. Longu eftir seks árum ert tú komin upp á hægsta lønarstig, og tað ger, at fólk leita sær aðrar leiðir eftir avbjóðingum. Vit halda, at avriksløn kann gera tað meiri áhugavert at arbeiða hjá tí almenna, halda fólkum til og geva teimum avbjóðingar og møguleika at fáa meira í lønarposan, sigur Niels Winther.
Meira og skjótari
Sum er, loysir tað seg ikki at arbeiða meiri og skjótari, tí tað gevur einki eyka í løn. Verður ein partur av lønini avriksløn, kann arbeiðsplássið røkka betri úrslitum, og starvsfólkini verða nøgdari, heldur BLF.
Sambært uppskotinum skulu umleið 15 prosent av lønini hjá almennum starvsfólkum vera avriksløn. Avtalur skulu gerast millum starvsfólk og leiðslur fyri eitt ár í senn, og tær skulu útgreina nágreiniliga, hvørji mál skulu røkkast. Tað kann vera, at málsviðgerðartíðin skal styttast, at álit skulu latast innan ávísa freist, ella at viðskiftafólk gerast nøgdari.
Tað ljóðar, sum almennu starvsfólkini gera ov lítið til nyttu í dag, men soleiðis heldur Niels Winther ikki, at hugskotið skal skiljast.
? Tey flestu arbeiða hart í dag, men vit hava einki ímóti at taka spurningin upp, og at okkara arbeiði verður eftirmett og skjalprógvað. Hví ikki motivera fólk til at gera okkurt eyka og fáa løn afturfyri? Í dag rýma fólk úr almennu umsitingini, so skjótt tey hava fingið royndirnar, og tað er óheppið fyri øll, sigur Niels Winther.
Gott hugskot
Petur Petersen er aðalstjóri í mentamálaráðanum, og hann sigur seg taka væl ímóti fleiri tættum av avrikslønini.
? Eg haldi, at hugskotið við avriksløn er gott, og at tað eru nógvir partar av tí, sum kunnu brúkast skilagott. Men tað er av alstórum týdningi, at tað verður fyrireikað væl, so tað verður gjøgnuskygni í skipanini. Tað má vera púra greitt, hvørji mál eru galdandi fyri ta puljuna, sum verður latin til avriksløn, sigur Petur Petersen.
Hann sigur seg taka undir við grundtankanum aftan fyri avriksløn. Gert tú nakað serligt fyri títt arbeiðspláss, sum lyftir seg upp um tað vanliga, skal tú lønast afturfyri. Men samstundis heldur hann, at nógvir vandar eru á vegnum.
? Avriksløn er ikki egnað allastaðni. Í undirvísingarverkinum er tað eitt nú ivasamt, hvussu avriksløn kann latast einum lærara. Skal hann metast eftir ársmetinum hjá næminginum. Ella eftir próvtølunum? Tað er so ymiskt, hvat innihald almenn arbeiðspláss hava, og tí má takast hædd fyri, sigur Petur Petersen.
Hóast tað í stóran mun snýr seg um arbeiðsumhvørvi, um fólk eru nøgd og trívast á sínum arbeiðsplássi, so viðgongur Petur Petursen, at lønin eisini hevur týdning.
? Lønin er eitt element, sum tú ikki kanst síggja burtur frá, tá tað kemur til trivnað. Vit kunnu bjóða avbjóðingar í aðrar mátar við fakligum umhvørvi, avbjóðingum og netverki, men lønin liggur føst. Kann ein bonuspulja geva okkurt eyka, so vit varðveita fólk, so er tað áhugavert, og sigur BLF, at tað er ein gongd leið, so mugu vit taka tað til okkum, sigur Petur Petersen.
Minni fyri meira
Ein atfinning ímóti avrikslønini hevur verið, at vandi er fyri, at fólk fara at arbeiða ov skjótt, so at tað gongur út yvir dygdina. Atfinningina heldur Petur Petersen verða viðkomandi.
? Fara vit undir eina skipan við avriksløn, so er tað alneyðugt, at tað ikki bara verður nøgdin av arbeiði, sum er umráðandi. Tað snýr seg eisini um góðsku, og tí er neyðugt, at málini vera væl definerað. Annars fáa vit skjótt minni fyri meira, sigur hann.
Málið um avriksløn er eisini ein spurningur um játtan. Og tí kann tað gerast eitt stríð millum politiska myndugleikan og fakfeløgini, hvussu tað skal fíggjast. Við Fregnir sigur Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, at skal tað almenna lata starvsfólkum avriksløn, skal tað gerast innan fyri sama játtanarkarm sum nú. Einasti munurin skal vera, at ein partur av játtanini verður markaður til avriksløn. Hesum ivast Petur Petersen í.
? Fakfeløgini fara neyvan at ganga við til, at grundlønin lækkar, og at tey skulu renna meira fyri at vinna tað, tey longu fáa. Um avrikslønin eitt nú skal vera 15 ella 20 prosent av samlaðu lønarjáttanini, má tað gerast í fullari semju millum fakfeløg og politiska myndugleikan sum ein partur av avtalum teirra millum. Tað kann hugsast, at partarnir í framtíðini hava tað við í sáttmálasamráðingum, at ein partur av lønarhækkingini fer til avriksløn, sigur Petur Petersen, sum ikki væntar avriksløn í bræði.
SMF ivast
Tað er BLF, sum er komið við uppskotinum um avriksløn beint upp undir samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum. Felagið heldur sum sagt, at tað kann gerast ein góð motivatión hjá alment settum, at tey kunnu menna seg og fáa hægri løn á hendan hátt.
Men Starvsmannafelagið hevur longu sett knyklar í brýr. Heini Joensen, næstformaður, ávarar ímóti, at tað kann skapa øvund og misnøgd á arbeiðsplássum, tá tey lægstløntu og millumleiðarar fáa avriksløn. Bara tá tað kemur til leiðarar, er avrikslønin ein hóskandi lønarskipan. Harafturat vísir hann á royndir aðrastaðni, sum vísa, at mál vóru skjótari avgreidd, men at dygdin í málsviðgerðini versnaði munandi.