Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti tapti 23-28 fyri Íslandi í EM-undankappingardystinum móti Íslandi í høllini í Hálsi í Havn.
Føroyar avrikaðu framúr væl í fyrra hálvleiki, og vóru á odda 12-11 hóast tær eitt skiftið vóru aftanfyri 3-7.
Í seinna hálvleiki brendu føroysku kvinnurnar ov nógvar málmøguleikar. Íslendski málverjin, Elín Jóna Þorsteinsdóttir bjargaði 15 føroyskum málroyndum, og stóð við einum bjargingarprosenti upp á 38,9 prosent.
Claus Mogensen, landsliðsvenjari segði við FM1 aftaná dystin, at hann var nøgdur við leikliga avrikið, men iðrar seg um manglandi effektivitetin, tí har var nóg mikið av málmøguleikum til at vinna dystin.
Claus Mogensen er heldur ikki heilt nøgdur við allar lutir í verjuspælinum. Claus staðfestir tó, at við størri neyvleika og við fleiri royndum fara Føroyar at hava møguleikan at knógva Íslandi.
Niðri í Luksemborg vann Svøríki 39-17 (15-7) á Luksemborg. Svøríki og Ísland hava fýra stig hvør. Føroyar og Luksemborg hava bæði fyrsta stigið til góðar í bólki 7.
Føroyar-Ísland 23-28 (12-11) - EM-undankappingardystur bólkur 7
Føroyar: Jana Mittún 6/11, Elsa Egholm 5/6, Turið Arge Samuelsen 4/8, Lukka Arge 2/2, Maria P. Nólsoy 2/4, Natasja A. Hammer 1/1, Guðrið á Borg 1/3, Lív S. Poulsen 1/4, Brynhild Pállsdóttir 1/5
Annika Fríðheim Petersen bjargaði fimm av 25 málroyndum, og Rakul Wardum bjargaði trimum av 11 málroyndum.