Avreiðingarnar minkaðar bæði í nøgd og virði

Bæði í nøgd og virði minkaðu avreiðingarnar 6% tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Av botnfiski er samlaða nøgdin nakað tann sama sum í fjør, bert ein lítil afturgongd á 1%. Afturgongdin hevði tó verið størri, um so var, at 2011 hevði verið eitt “vanligt” ár uttan verkbann og húsagang innan vinnuna.

Nøgdirnar av toski og hýsu eru minkaðar í stórum við útvið tríati prosentum. Hinvegin er tað vøksturin í upsafiskiskapinum, sum heldur botnfiskanøgdini á næstan sama støði sum í fjør.

Avreiðingarvirðið fylgir so dánt við broytingunum í nøgdunum. Hetta er tekin um, at fiskaprísirnir hava hilnast knappliga so væl í ár sum í fjør.

Av flatfiski er meira enn tvífalt so nógvur svartkalvi komin uppá land í ár, meðan væl minni av havtasku eru avreidd í mun til 2011.

Gullaksurin, sum vigar nógv í samlaðu nøgdini, er minkaður við einum fjórðingi. Av skeljadjórum er nøgdin økt nakað, men virðið er minkað niður í helvt. Nøgdin av rognum, sil og livur er økt við tveimum triðingum, og har er virðið næstan tvífaldað.