Avreiðingarnar lítið frægari enn í fjør

Higartil í ár er lítið og onki meiri av fiski avreitt í Føroyum enn um somu tíð í fjør.

Tað staðfestir hagstovan, nú tølini fyri fyrstu sjey mánaðirnar í ár eru gjørd upp.

Hóast talan er um ein vøkstur á 3%, kann tað undra, at veiðinøgdin ikki roynist frægari samanborið við í fjør, av tí at stórur partur av flotanum var óvirkin stóran part av fyrsta ársfjóðringi í 2011, heldur Hagstovan.

Meðan lítil vøkstur er í nøgdini, er samlaða virðið vaksið við 11%. Hetta er tekin um, at fiskaprísirnir yvirhøvur hava roynst nakað betur higartil í ár enn sama tíðarskeið í fjør.

Av teimum týdningarmestu fiskasløgunum, toski, hýsu og upsa, er tað bara nøgdin av upsa, sum er økt munandi samanborið við í fjør - úr sløkum 19.000 tonsum upp í góð 22.000 tons.

Men verður samanborið við tey góðu upsaárini 2005-2010, tá ið yvir 33.000 tons av upsa vórðu avreidd fyrstu sjey mánaðirnar av árinum, roynist hetta tíðarskeiðið í 2012 einki serligt.

Eitt, sum ávirkar upsafiskiskapin, er, at hesi bæði seinastu árini hava fleiri av teimum skipum, sum plaga at royna eftir upsa, lagt um til makrelfiskiskap ein part av árinum.

Hinvegin eru bæði toska- og hýsunøgdin minkað.

Av hýsu eru minni enn 2.000 tons komin upp á land higartil í ár. Til samanberingar kann nevnast, at sama tíðarskeið árini 2000-20007 vórðu í miðal avreidd út við 11.000 tons av hýsu.

Toskafiskiskapurin undir Føroyum hevur ikki verið nakað serligur seinastu árini. Til samanberingar vórðu fyri øll árini 1996-2004 í miðal avreidd um 18.000 tons av toski fyrstu sjey mánaðirnar í árinum – sama tíðarskeið í ár eru avreidd um 7.000 tons.

Av flatfiski er tvífalt so nógvur svartkalvi komin upp á land í ár, meðan væl minni av havtasku er avreitt í mun til 2011.