Avreiðingarnar enn á lágum støði

Javnan hava tíðindi um góðan fiskiskap hjá einstøkum bátum og skipum verið hesar fyrstu mánaðarnar av árinum. Tíverri síggjast ikki hesi góðu tíðindi aftur í samantaldu avreiðingunum. 

 

 

Avreiðingarnar tilsamans fyrsta ársfjórðing í ár vóru í nøgd á sama støði sum í fjør og eru enn eins og seinastu árini á lágum støði, samanborið við góð fiskiár.

 

 

Av teimum týdningamestu fiskasløgunum minkaði nøgdin av toski góð 900 tons ella 20% í mun til í fjør, og av upsa var nakað tað sama sum í fjør – ein lítil minking á 5%. Nøgdin á hýsu er vaksin munandi í ár, við 40%, men viðmerkjast skal, at seinastu árini hevur hýsunøgdin verið serliga lág.

 

 

Av øðrum botnfiski, eitt nú brosmu og longu, er nøgdin størri í ár enn í fjør – ávikavist 75% og 32%

 

 

Samlaða nøgdin í ár av flatfiski er vaksin 40%. Í mun til í fjør er landað væl meira av svartkalva – omanfyri helvtina meira enn í fjør.

 

 

Havast skal í huga, at veiðan á Flemish Cap og undan Íslandi er við í avreiðingunum.

 

 

Tekin eru um, at fiskaprísirnir fyri botnfiskin yvirhøvur roynast nakað verri í ár enn í fjør. Fyri flatfiskin eru prísirnir nakað frægari í ár. Samlaða avreiðingarvirðið fyrsta ársfjóðringin var tað sama sum í fjør – smáar 200 milliónir krónur.