Gongdin innan føroysku alivinnuna hevur seinastu tíðina fingið fleiri innan vinnuna at ávara ímóti, at føroyingar avreiða ræðisrættin innan fiski- og alivinnuna. Á nevndarfundi hósdagin 15. juni viðgjørdi Føroya Arbeiðsgevarafelag tí henda spurningin, sigur Vinnuhúsið.
Felagið hevur ta støðu, at avgerandi munur er á loyvistengdum vinnum, sum fiski og alivinnan, og øðrum vinnugreinum, har óavmarkað atgongd er at taka upp vinnuvirksemi. Felagið heldur tað tí vera rætt, at hildið verður fast við verandi mark, har útlendski ognarparturin er avmarkaður til 33%.
Samstundis er Arbeiðsgevarafelagið av teirri áskoðan, at: lógargrundarlagið um neyðugt má broytast, so hesar reglur standa púra greiðar. Tjakið seinastu tíðina bendir á, at t.d. alilógin ikki lýkur hesi krøv.
At neyðugt er, at lógargrundalagið verður tillagað, so fullkomuliga gjøgnumskygni er í øllum eigaraviðurskiftum innan allar loyvistengdar vinnur.
At tað almenna á henda hátt skal tryggja, at fylgjast kann við í, um reglurnar verða hildnar.
Og um reglurnar ikki verða hildnar, skulu lógarásettu avleiðingarnar fylgjast ? og at loyvir verða tikin aftur, verður sagt frá Vinnuhúsinum.e;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.
Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.
GÍ var betri
Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.
Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.
Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.
»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.
Finala um løgmanssteypið
HB-GÍ 0-1 (0-1)
0-1: Óli Hansen
Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ
Dómari: Suni Johansen
HB:
Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum
GÍ:
Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm