Avmynda náttúrumargfeldi

Í samband við at ár 2010 er altjóða ár fyri lív­frøð­i­ligt margfeldi, hevur Lív­frøð­­­ing­­a­felagið saman við Miðl­a­hús­inum ­skipað fyri eini mynd­a­kapp­ing, har endamálið er at lýsa lív­frøðiliga fjølbroytni í før­oysku náttúruni. Kapp­ing­in heldur fram til 16. august.

Við hesum ynskir Lív­frøð­ing­a­fel­agið, at fleiri fáa eyg­uni upp fyri livandi nátt­úr­uni og fara út at taka mynd­ir, sum kunnu lýsa hetta fjølbroytta lívið ­ ella við øðrum orðum: avmynda lív­frøðiliga margfeldni í Før­oy­um. Tá kappingin er lið­ug, verða allar innkomnu mynd­ir­n­ar at síggja í myndatema á Port­alinum.

Vinningar verða latnir til tríggj­ar tær bestu mynd­ir­nar:

1. vinningur: Eitt Canon EOS 550 fototól (virði: kr. 7.999). Ein Case logic taska (virði: 399 kr.) og eitt 16 GB kort (virði: 699 kr.) fylgir við. Vinn­ing­urin verður latin av Før­oya Lívfrøðingafelag.

2. vinningur: Eitt Canon EOS 450 speglrefleks fototól (virði: kr. 4.999). Vinningurin verð­ur latin av Expert

3. vinningur: Ein 1 TB ekst­ern­ur harðdiskur (virði: kr. 980), ið verður latin av City og kr. 1.500, ið verður latið av Lív­frøð­ing­a­fel­ag­num

Reglarnar siga, at myndin skal vera digital og vera tikin í Før­oyum í 2010. Kappingin byrj­aði 7. juni og endar 16. au­g­ust. Hvør luttakari kann ein­ans senda eina mynd til Miðl­a­hús­ið seinast hin 16. august 2010. Myndin skal sendast til margfeldi@sos.fo

Lívfrøðingafelagið tek­ur sær rætt til at brúka inn­komnu myndirnar í arbeiði fel­ags­ins framyvir, t. d. til heima­síðu, plakatir og fald­ar­ar.

Ein dómsnevnd, ið er sam­an­sett av trimum pørtum, vel­ur bestu myndirnar. Hvør partur hevur líka nógv­ar atkvøður. Teir tríggir part­ar­nir eru nevndin í lív­frøð­ing­a­fel­ag­num, ein pro­fess­i­onell­ur myndatakari og eitt list­a­fólk.