Avmarkað netsamband í Suðuroy og Sandoy

FT Net boðar frá, at trupulleikar eru á høvuðssambandinum til Suðuroyar og Sandoyar.

Ein sjókaðal, sum knýtir Suðuroy og Sandoy til meginøkið, er slitnaður, og tí koyrir alt telesamskiftið til Suðuroyar og Sandoyar á tiltakslinjum, har tað er sera avmarkaður kapasitetur. Tað er serliga ferðin á internetsambandinum, sum er rakt, men brekið ávirkar eisini 3G-netið og onkrar FM-sendarar.

Kaðalin slitnaði mánadagin 4. juni, men í løtuni er óvist, nær brekið er umvælt, og netið aftur virkar sum vanligt. Arbeitt verður við at bøta um sambandið við fleiri tiltakslinjum, til brekið er umvælt. Hetta kann tó taka eina til tvær vikur.

FT Net miðar eftir at umvæla brekið sum skjótast. Neyðugt er at fáa eitt serligt kaðalskip at umvæla kaðalin, og einki slíkt skip er í Føroyum. Kannað verður nú, nær til ber at fáa eitt kaðalskip til Føroya at umvæla brekið, og kunnað verður nærri, tá ið tað er greitt.