Síðstu tíðindini av Argjum:
Orsaka av veðri verður dysturin millum AB og B36 ikki spældur í kvøld. Hann er útsettur inntil í morgin, tá ið fyrsta bríkslið verður klokkan 13.00.
-----
Tað stendur eitt ógvusligt útsynningsæl og nógvur vindur oman yvir vøllin, og dómarin hevur útsett eina løtu í hvussu so er.
-------
Tað verður í løtun gjørt klárt til fyrsta landskappingardystin á Argjum í ár. B36 er komið úr Gundadali og út í Vika at takast við AB í fyrsta dystinum í øðrum umfari.
Dómarin og spælararnir fyrireika seg til fyrsta bríkslið, sum er sett at vera klokkan 17.15. Men tað er ikki víst, at tað verður farið undir dystin, og um dysturin verður spældur allur, sum hann er.
Petur Reinert er dómari, og hann sigur soleiðis við Trónd Arge, sum fyrireikar seg til at siga frá dysinum á Rás2:
-Vindurin er so mikið nógvur, at tað er ikki víst, at tað fer at bera til at spæla. Um tað vísir seg, at líkindi eru at byrja, so verður bríklað, og dysturin byrjar. Um tað síðani vísir seg, at dysturin fer at vaksa, so verður dysturin avblástur. Tað havi eg boðað bæði AB og B36 frá, sigur Petur Reinert.
Fyrsta bríksl er ásett at vera klokkan 17.15.