Avlýsa fótbóltsdyst í kjalarvørrinum av yvirgangsálopinum

Fótbóltsdysturin millum Belgia og Portugal, sum skuldi verða spældur í næstu viku í Bruxelles, er nú avlýstur í kjalarvørrinum av yvirgangsálopinum í Belgia í gjár.

 

Hetta er gjørt av trygdarávum og fyri at vera varin, siga myndugleikarnir.

 

Hetta er annar dysturin á rað hjá belgiska landsliðnum, ið verður avlýstur orsaka av yvirgangi. Í novembur varð dysturin millum Belgia og Spania avlýstur, beint eftir yvirgangsálopini í París. 

 

Um vikuskiftið var dysturin millum Galatasaray og Fenerbache, ið skuldi vera í Istanbul, avlýstur eftir yvirgangsálopið í Istanbul fríggjadagin.