Avlýsa alla flúgving í dag

– Orsakað av vindi verður ikki flogið meira í kvøld, og tey bæði flogførini, sum eftir ætlan skuldu lenda í Vágum seinnapartin og seinni í kvøld, eru avlýst.

 

Hesum boðar Atlantsflog frá.

 

RC1453 og RC1459 upprunaliga úr Keypmannahavn væntast bæði í Vágar fyrrapartin í morgin, 25. januar.

 

Fráferðirnar í morgin tíðliga, RC430 til Bergen og RC450 til Keypmannahavnar, eru tískil ávirkaðar. Væntandi verður farið úr Vágum í morgin, mikudagin, kl. 10.40.

 

Fyrivarni verður tikið fyri broytingum, og Atlantsflog heitir á ferðafólk um at fylgja við á heimasíðu okkara atlantic.fo

 

Somuleiðis er øll koyring hjá Bygdaleiðum í Suðuroy, og hjá nøkrum bussum norðanfyri, eisini avlåyst í kvøld.