Ferjan Galaxy skal avloysa Smyril, tá ið hann fer í dokk tann 15. mars í ár. Fólk frá Strandferðsluni og Sjóvinnustýrinum eru júst nú í Piraeus og hyggja at ferjuni.
Ferjan Galaxy er bygd í 1979 í Póllandi, og tekur 800 ferðafólk, 280 persónbilar, 30 lastbilar, og hevur 120 kømur, veit vp.fo at siga.
Galaxy skal avloysa Smyril til páskasiglingin byrjar, tað vil siga í ein knappan mánaða.