Avloysarin hjá Smyrli er klárur

STRANDFERÐSLAN Regina Baltica fer at røkja suðuroyarsiglingina hjá Smyrli frá hálvum september til hálvan oktober, men ferðaætlanin verður broytt

Tað er nú endaliga greitt, at tað verður Regina Baltica, sum skal avloysa Smyril í rutusigling ímillum Suðuroy og Havnina, tá ið Smyril fer í dokk um tríggjar vikur.
Herfyri skrivaði Strandferðslan undir leigusáttmála um skipið og Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, sigur, at Regina Baltica kemur til Føroya um hálvan september og verður sett í rutuna ímillum Suðuroy og Havnina tann 17. september.
Og her verður hon siglandi í fýra vikur, til Smyril kemur aftur.
Regina Baltica er áleið líka stór, sum Smyril og hon hevur eisini stabilisatorar, men hon nógv hægri og tyngri at manøvrera, so tað er longri at leggja at og fara frá bryggju, umframt at pullartar ikki passa til.
Av tí sama fer hvør ferð at taka 2 tímar og 10 minuttir, sum er 20 minuttir longri enn Smyril brúkar.
Av tí tama fer ferðaætlanin um Suðuroyarfjørð fer at verða nakað skerd hesa tíðina, tí Regina Baltica fer at sigla tveir túrar um dagin, ella 14 túrar um vikuna.
Harafturat eru fráferðirnar úr Suðuroy og úr Havn nakað broyttar hesa tíðina.
Tilsamans vera 24 fólk við Regina Baltica og tað gevur henni rætt til at føra 400 ferðafólk ímillum Suðuroy og Havnina.
Tað er helvtin av tí, sum Smyril tekur, men Conrad Gaard Joensen sigur, at í september mánaði er tað nó mikið at røkta tørvin. Men skuldi tað verið, ber til at seta eyka manning umborð, tí so ber eisini til at taka fleiri ferðafólk.
Ferðaætlanin hjá Regina Baltica er løgd og er lýst á heimasíðuni hjá Strandferðsluni, sum er á www.ssl.fo