Avloysaraskip fyri Smyril er nú tryggjað

Suðuroyingar verða ikki aftur við sviðusoð, nú Smyril skal í dokk eftir nýggjár í nakrar vikur

Suðuroyarsiglingin

Tað er nú heilt vist, at tað verður estlendska ferjan, St. Ola, sum skal sigla fyri Smyril, tá ið hann fer í dokk beint eftir nýggjár.
Fyri nøkrum vikum síðani gjørdi Strandferðslan ávegis avtalu við Estlendska reiðaran um at leiga ferjuna og í farnu viku varð endalig avtala unsdirskrivað.
Magnus Magnussen, tekniskur leiðari á Strandferðsluni sigur, at manning frá Strandferðsluni fer eftir skipinum ímillum 11 og 21 januar og tá fer hon at sigla fyri Smyril í nakrar vikur ímillum Suðuroynna og Havnina
Strandferðslan kann leiga St. Ola í 75 dagar frá tí at hon kemur og samstundis sum hendan ferjan kemur, fer Smyril í dokk.
Stjórin á Strandferðsluni hevur fyrr upplýstfyri Sosialinum, at estlendska ferjan kostar 6.750 evrur um dagin, tað eru umleið 50.300 krónur í okkara peningi.
Tá er flaggskipari og maskinmeistari við, men allar hinar útreiðslurnar til manning, olju o.a. rindar Strandferðslan.
Tá ið Smyril ferí dokk, verður tað í nakrar vikur, tí arbeiðið er umfatandi, eitt nú skulu ábøtur gerast á stabilisatorarnar, fyri at forða fyri at teir fara so lætt einferð afturat, og somuleiðis skal nokk so fitt av stáli skiftast.

Ikki verri enn Smyril
Suðuroyingar hava mangan ilskast inn á tey skipini, sum hava loyst Smyril av, tá ið hann hevur verið í dokk, tí tey hava verið ov vánalig.
Men tað verður neyvan støðan hesuferð, tí St. Ola skuldi ikki verið verri skip enn Smyril og hon lýkur øll tey krøv, sum Strandferðslan setir til eina slíka ferju.
Hon hevur siglt í fastari rutu ímillum Scrabster og Stromness á Orknoyggjum og tað er minst líka ringt sum í Suðuroyarfirði og ferjan er gjørd hareftir.
Hon er smíðað í 1971 og hon hevur stabilisatorar bæði aftan og framman .
Hon siglur 16 míl, hon tekur 120 bilar og 500 fólk, hon er góðar 86 metrar long og góðar 16 metrar breið, so munurin ímillum hana og Smyril er ikki stórur.