Avloysararnir vístu tenn

Bæði Alexander Wurz, sum avloysir Juan Pablo Montoya í McLaren-Mercedes og Viantonio Liuzzi, sum avloysir Christian Klien í Red Bull Racing, kláraðu seg stak væl á Immola. Alexander Wurz megnaði at fáa fimm stig fyri eitt flott fjórða pláss. Liuzzi fekk ikki stig í dag, men seti roynda liðfelagan David Coulthard so dyggiliga uppá pláss.
Ein maður sum ivaleyst ræðist tankan um avloysarar er Jacques Villeneuve. Fyrrverandi heimsmeistarin hevur klárað seg stak illa í ár, og spátt varð um, at koyringin á Immola fór at verða tann síðsta hjá Villeneuve. Um tað er trýsti, sum hevur gjørt munin er ilt at siga. Men Villeneuve koyrdi eina framúr koyring og endaði á einum flottum sætta plássi, seks pláss frammanfyri liðfelagan Felipe Massa. Um hetta er nokk at tryggja plássið hjá Villeneuve er enn torført at siga.