Avlopskravið setast niður

Ein avsláttur til stóru kundarnar skal fíggjast, og stjórin í Rúsdrekkasølu Landsins metir besta leistin vera, at seta avlopskravið hjá Rúsdrekkasølu Landsins niður.

Stjórin í Rúsdrekkasølu Landsins Elsa Maria Olsen, sigur, at enn er ikki tikin nøkur avgerð um, hvussu stórur mongdaravslátturin av rúsdrekka verður, tá broytta kunngerðin kemur í gildi 1. mai.
- Vit hava umrøtt hetta leingi, , kunngerðin letur upp fyri at lata mongdaravsláttur, men enn er ikki endaliga avgreitt hvør leisturin verður, sigur Elsa Maria Olsen.
- Vit fara í vikuni at fundast við Vinnumálaráðið um fíggjarligu avleiðingarnar, tað er greitt, at ein tílíkur avsláttur skal fíggjast, og hetta kann gerast á tveir háttir, antin kann avlopskravið minkast ella kann prísurin á hinum vørunum setast upp. Her havi eg viðmælt, at avlopskravið verður sett niður, tí eg meti ikki, at tað er møguligt at selja fyri hægri prís enn vit gera í løtuni, sigur Elsa Maria Olsen.