Smyril Line-koncernin hevði aðalfund í gjár, og tað má sigast, at rættilig vend er komin í síðan seinasta aðalfund. Í 1996 hevði Smyril Line eitt hall upp á 2,9 mió. kr., men á aðalfundinum hósdagin kundi nevndin leggja ein roknskap fyri aðalfundin, sum vísti eitt avlop aftaná rakstur, rentur og avskrivingar uppá 15,5 mió. kr.
Um orsøkina til hetta stóra lop tann positiva vegin frá hallinum í 96 uppá knappar 19 mió. kr. sigur stjórin, Óli Hammer, at yvirskotið kemur frá allari koncernini, og nevndin hevur samtykt ikki at fara út í smálutir.
5000 fleiri ferðafólk
Viðvíkjandi spurninginum, um Hotel Føroyar kanska hevði eitt sera gott ár í fjør, sigur Óli Hammer, at Hotel Føroyar hevur havt góðan belegning summarhálvuna seinnu árini og er komið í eina trygga legu, men avlopið stavar frá allari koncernini, har Norrøna sjálvandi eigur sín stóra part.
Norrøna flutti tilsamans 51.000 ferðafólk í 1997 aftur ímóti 46.000 ferðafólkum í 1996, so her var talan um ein øking í ferðafólkatalinum uppá 5.000 fólk. Ein chartur var í 97, tá ið Norrøna var í sigling ein mánað fyri Fjor Line, og sigldi millum Bergen-Egersund-Hanstholm.
Rúm til spælimaskinur
Og júst nú er Norrøna í sigling fyri Nato í Norðurnoregi, og tá henda sigling er liðug í næstu viku, verður Norrøna løgd í Keypmannahavn, har ymiskt umvælingararbeiði skal gerast. Nýggj teppir skulu leggjast á øll gólv, onkur handil gerast størri, og rúm gerast til at hava spælimaskinur í. Málarameistarin Uni Zachariassen skal eisini mála alt skipið innan.
Sama nevnd
Øll nevndin var afturvald á aðalfundinum í gjár.
Í henni sita Jónas Hallgrímsson av Seyðisfirði, nevndar-formaður og umboðsmaður, Knút Nolsøe, Jógvan í Dáva-stovu, skipari, Heri Mørkøre, landsapotekari, Einar Waag, stjóri, Tummas Arabo og Óli Hammer, stjóri í Smyril Line.