Tað skrivar Hagstovan.
Stór avlop hava verið á rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans síðani 2013.
Rakstraravlopið fyri 2022 liggur á sama høga støði sum árini 2013 og fram. Á tænastujavnanum hava vit tó 817 milliónir krónur í halli, tí vit innflyta fleiri tænastur enn vit útflyta, men allir aðrir postar á gjaldsjavnanum geva avlop. Stórur partur av avlopinum stavar frá avlopi á vøruhandilsjavnanum. Vøruhandilsjavnin minkaði úr 968 milliónum krónum í 2021 til 788 milliónir krónur í 2022.
Vøksturin í innflutninginum av tænastum hevur verið minni enn vøksturin í útflutninginum. Hetta hevur havt við sær, at tænastujavnin er vaksin 42 milliónir krónur frá 2021 til 2022. Ein stórur partur av vøkstrinum stavar frá størri inntøkum frá flutningsvinnuni.
##med2##
##med3##













