Avlopið verður 74 mió. kr. í 2021

Fíggjarætlan fyri Klaksvíkar býráð í kvøld

Rakstrarúrslitið í Klaksvíkar kommunu verður 74,5 mió. kr. næsta ár, og kommunan skal gera íløgur fyri 70 mió. kr.

Tað stendur í fíggjarætlanini hjá kommununi, ið verður løgd fyri býráðið á býráðsfundi í kvøld.

Samlaði árligi vøksturin í rakstrarútreiðslum seinastu trý árini hevur verið 5,3%, og ein munandi partur av hesum kemur frá eldaøkinum.

Um hugt verður eftir vøkstrinum í rakstrarútreiðslunum seinastu trý árini er hann 3,2%, meðan vøksturin á inntøkusíðuni sama tíðarskeið hevur verið 3,3%.

Fyriliggjandi uppskot leggur upp til, at raksturin hækkar við 2,7%.

Av samlaða úrslitinum skulu íløgur gerast fyri 70 mió. kr. næsta ár.

Býráðsfundurin byrjar kl 17:30, og til ber at stroyma fundin beinleiðis á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.

##med2##