Avlopið hjá fiskiflotanum minkaði 170 milliónir í fjør

Tað eru serliga tvær orsøkir til tað, sigur Reiðarafelagið

– Úrslitið hjá føroyska fiskiskipaflotanum, var munandi lakari í fjør, enn tað var í 2016. Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum, sigur í eini fráboðan í morgun, at tað vísa tølini, nú árið í fjør er gjørt upp.

 

Tølini vísa, at tilsamans hevði flotin 240 milliónir krónur í yvirskoti í fjør, og tað eru 170 milliónir krónur minni enn árið fyri. Fremsta orsøkin til at úrslitið versnaði, er, at tilfeingisgjøldini til landskassan eru nógv hækkað, og at prísurin fyri ávís sløg av uppsjóvarfiski, var nakað lægri enn árið fyri. 

 

– Landskassin hevur fingið munandi meira í inntøku frá fiskiflotanum. Fiskivinnan rindaði umleið 300 milliónir krónur í tilfeingisgjøldum í fjør, har ein meiri enn helvtin stavar frá veiðigjaldi og ein lítil helvt stavar frá uppboðssølu. 

 

– Talan er um eina hækking upp á umleið 90 milliónir krónur samanborið við 2016. Men harafturat rindaði fiskivinnan umleið 50 milliónir krónur í felagsskatti av yvirskotinum. Sostatt rindaði fiskiflotin 350 milliónir krónur í landskassan í gjøldum og felagsskatti í fjør. 

 

Stefan í Skorini eigur, at hóast úrslitið hjá flotanum er munandi verri í fjør enn í 2016, eru hýrurnar á leið tær somu. 

 

– Tá ið umleið helmingurin av hýrunum endar hjá landi og kommunum í skatti, fær tað almenna soleiðis eina munandi inntøku tann vegin. Fiskivinnan rindaði eina slaka milliard í hýrum til manningarnar í 2017.

 

– Tískil kann staðfestast, at tað almenna fekk eina inntøku uppá umleið 800 - 850 milliónir krónur í gjøldum, felagsskatti og lønarskatti beinleiðis frá fiskiskipaflotanum, tá árið 2017 varð gjørt upp. 

 

Tilsamans var umsetningurin hjá flotanum slakar tríggjar milliardir krónur í fjør. Sostatt fer eitt virði, ið svarar til ein slakan triðing av øllum umsetninginum hjá fiskiflotanum, beinleiðis í landskassan – og tá er fiskivinnan á landi ikki tikin við í uppgerðina. 

 

Stjórin heldur, at tað er ivasamt, um fiskivinnan – undir verandi skipan og við verandi sáttmálum – kann rinda meira í landskassan. 

 

– Fiskivinnan stendur fyri stórum avbjóðingum við einum flota, sum eldist, og sum krevur útskifting og nýggjar íløgur. Ísland og Noreg byggja í hesum døgum fleiri nýggj fiskiskip, sum lúka dagsins krøv um at gagnnýta alla veiðuna, og eru bíligari í rakstri upp á seg, men hetta hendir tíverri ikki í Føroyum. 

 

– Nú er neyðugt at steðga á og hyggja eftir heildini, áðrenn uppaftur fleiri og hægri gjøld verða løgd á fiskiskipaflotan, sigur hann. 

 

– Uppskotið um veiðigjald, sum fall burtur í seinastu tingsetu, hækkaði gjøldini til flotan almikið, og talan var um eina tvífalding av verandi gjaldi. Reiðarafelagið tók ikki undir við hesum uppskoti. 

 

– Vandin er, at lønsemið versnar munandi, og at kappingarførið hjá flotanum verður sett í vanda. Skal føroyski skipaflotin hava nakran møguleika at verða verandi í fremstu røð, er neyðugt at hann verður nútímansgjørdur og at møguleiki verður at skifta skipini út við nýggjari skip Hetta er ómøguligt, verða ov stórar byrðar  lagdar á vinnuna, er boðskapurin frá Reiðarafelagnum í morgun.