Avlopið á fíggjarlógini í ár verður umleið 50 mió. krónur. Í fjør var tað 142 mió. krónur Tað segði Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, tá hann svaraði einum munnligum fyrispurningi í Løgtinginum í gjár.
Landsstýrismaðurin segði, at í 2006 var roknað við halli á fíggjarlógini, men at tann búskaparliga gongdin gjørdi, at tað gjørdist eitt avlop, tá avtornaði.
Magni Laksáfoss upplýsti undir orðaskiftinum, at landskassin er skuldarfríur nú, og at hann metti búskaparligu gongdina í hesum valskeiðinum at hava verið skilagóða.