Avleiðingarnar av ferðsluvanlukkum breiða seg sum ringar í sjónum

   

Tá ið tosað verður um ferðsluvanlukkur, verður vanliga fyrst og fremst tosað um tey, sum farast. Men veruleikin er, at ferðsluvanlukkur ganga ikki bara út yvir ferðsluoffurið, tí at avleiðingarnar breiða seg sum ringar í sjónum. Hvørja ferð eitt fólk brádliga doyr av eini ferðsluvanlukku, eru tað fleiri fólk, ið verða álvarsliga rakt. Sjálvsagt verða tey nærmastu, t.d. foreldur, hjúnafelagar, gentan ella drongurin, systkin, ommur og abbar serliga hart rakt. Men eisini familja, vinir, skúlafelagar, arbeiðsfelagar og onnur verða merkt fyri lívið. Orsøkin er jú, at umframt at fáa skelk av ógvusligu hendingini, so missa tey uttan ávaring eitt fólk, sum hevði stóran týdning fyri tey.
Ferðsluvanlukkur raka eisini fólk, sum als ikki kenna ferðsluoffurið sjálvt. Tað var bara tilvildin sum gjørdi, at tey t.d. vóru nær hjá, tá ið vanlukkan hendi. Og er talan er um, at eitt ávíst fólk var atvoldin til at ferðsluvanlukkan hendi, er tað sjálvsagt, at hetta fær stóra ávirkan á lívið hjá viðkomandi eftir tað.
Nógv koma so dánt fyri seg aftur eftir skelkin, hóast at tey ongantíð gloyma. Men nógv eru eisini, sum skulu hava langa tíð at fáa dagin at vera bara nøkulunda vanligan aftur. Men summi koma ongantíð í rættlag aftur og vera m.a. óarbeiðsfør og merkt av tunglyndi.