- Avleiðingar útvatnaðar í føroyskum politikki

- Tað er fullkomiliga avgerandi, at vit í Tjóðveldisflokkinum ikki býta okkum upp eftir religiøsum sjónarmiðum, sigur Høgni Hoydal, ið heitir á sínar floksfelagar um at fylgja sínum samfelagsligu sjónarmiðum, tí tey átrúnaðarligu sjónarmiðini hoyra til privatlívið, nú ikki øll siga vera nøgd við støðuna í flokkinum.

Høgni Hoydal fylist eisini á, hvussu samgongan hevur viðgjørt málið um Alfred Olsen

POLITIKKUR

 
 
- Tað er harmiligt. Men eg sigi, sum tá Karsten fór, at eg virði avgerðirnar, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum, nú Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, sigur seg harmast um flokkin eftir atkvøðugreiðsluna um 266b í revsilógini.
- Tað er fullkomiliga avgerandi, at vit í Tjóðveldisflokkinum ikki býta okkum upp eftir religiøsum sjónarmiðum, sigur Høgni Hoydal, ið heitir á sínar floksfelagar um at fylgja sínum samfelagsligu sjónarmiðum, tí tey átrúnaðarligu sjónarmiðini hoyra til privatlívið.
 
- Annars gera vit okkum inn á trúarfrælsið og fólkaræðið, heldur floksformaðurin.
- Vit skulu skipa samfelagið eftir samfelagsligum og hugsjónarligum sjónarmiðum, ikki átrúnaðarligum, sum eru uttan fyri fólkaræðið, tí so fer fólkaræðið ikki at virka.
Høgni Hoydal ger vart við, at dyrnar enn eru opnar fyri Karsten Hansen, og at tey hava heitt á hann um at leggja sína orku aftur í politikk.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Hava tit hoyrt nakað aftur frá Karsten Hansen?
- Tað havi eg onga viðmerking til, sigur Høgni Hoydal.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ikki býta tjóðina sundur
 
Spurdur, um neyðugt er hjá føroysku flokkunum at melda út, hvar teir standa á eini moralskari ás eins og á tí ríkisrættarligu, sigur Høgni Hoydal, at hetta er eitt mál sum hevur stóran týdning.
Høgni Hoydal metir, at eitt  mál av sonevndum etiskum slagi skjótt kann  verða misskilt. Men hann ávarar um at býta flokkarnar upp í religiøsar og verðsligar flokkarm, sum hann heldur, Miðflokkurin ger.
- Tað er ein feilur sum Miðflokkurin ger, at býta tjóðina sundur, sigur Høgni Hoydal.
- Vit býta okkum ikki eftir átrúnaðarligari sannføring, men vit hava rætt til trúarfrælsi.
Ein av avleiðingunum eftir málið 266b er m.a., at Alfred Olsen tók seg úr samgonguni. Tó eru ikki øll samd um, um hetta er tað sama sum at melda seg inn í andstøðuna.
- Alfred hevur einki samskifti havt við okkum yvirhøvur.
- Alt sum eitur avleiðing er nú útvatnað í føroyskum politikki, nú hvør tingmaður ger, sum hann hevur hug og kann merkara seg, sum hann vil, sigur Høgni Hoydal.
Tjóðveldisformaðurin heitir á leiðaran í føroyskum politikki, sum hann kallar løgmann, um at seta skilmark, tí alt annað er hykleriskt sambært Høgna Hoydal.
- Hetta er tekin um ráðaloysi, sigur Høgni Hoydal um støðuna, tá formaðurin í rættarnevndini tekur seg úr samgonguni, og tað verður meira týdningarmikið at varðveita persónlig privilegiir, sum Høgni Hoydal tekur til.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Skipað andsøgn
 
- Her er talan um skipaðan ruðuleika, sum er ein andsøgn í sær sjálvum. Hetta er andsøgn sett í system, sigur Høgni Hoydal um støðuna hjá Alfred Olsen, sum hevur tikið seg úr eini samgongu, hann kortini hevur lovað at atkvøða við, og samanber hetta við greiðum tilsipingum hjá ávísum sambandsmonnum, ið hava sagt seg vera ímóti deyðarevsing men fyri at drepa Saddam Hussein.
- Hetta svarar til, at Anfinn Kallsberg tók seg úr samgonguni, men varðveitti formannssessin í fíggjarnevndini.
Høgni Hoydal metir, at grundleggjandi orsøkin til støðuna eftir 266b er tannvit sum heimastýri ongantíð hava viðgjørt út í odd og egg, hvat okkara fólkaræði skal byggja á.
Spurdur um hann sum bæði løgtingsmaður og fólkatingsmaður merkir mun í arbeiðnum í hesum báðum parlamentum, svarar hann, at danir hava verið noyddir at viðgjørt slík viðurskifti, eins føroyingar ikki eru í støðugum samskifti við onnur, eins og danir eru.
- Danskur politikkur kann vera undarlig stødd, men tey hava ábyrgd fyri at skapa eitt rættarsamfelag, men vit hava ikki ábyrgd av tí, sigur Høgni Hoydal.