Tað er neyðugt at kanna, um hjálpin, sum evropeiskir bankar hava fingið í sambandi við fíggjarkreppuna, er avlagandi fyri kappingina á fíggjarmarknaðinum. Tað er niðurstøðan í einari nýggjari frágreiðing hjá stovninum Centre for Economic Policy Research, sum heldur til í London.
Í frágreiðingini stendur beinleiðis, at tað, sum er hent í seinastuni, hevur elvt til stórar trupulleikar, hvat kappingarevninum hjá teimum einstøku bankunum viðvíkur.
Fleiri búskaparfrøðingar hava skotið upp, at ES-nevndin eigur at taka stig til at kanna, hvussu teir almennu bankapakkarnir hava ávirkað innanhýsis støðuna í fíggjarmarknaðinum.









