Avlívaðu ær og hundar á Sandi

Gjáramorgunin fekk Politistøðin í Havn fráboðan um tveir hundar sum runnu eftir seyði heima á Sandi.

Boðini vóru, at tveir hundar runnu eftir tveimum óm. Onnur var serliga illa bitin, soleiðis at neyðugt var at avlíva hana.

Eftir sonevndu Hundalógini var eisini avgjørt, at báðir hundarnir somuleiðis skuldu avlívast. Her verður sligið fast, at hundur sum rennur etir seyði, kann verða skotin.

Sum eitt kuriosium kann nevnast, at tað stendur einki í Hundalógini hvat gerast skal við hund, sum ger seg inn á ella bítur fólk.