Premier League dysturin millum Manchester United og AFC Bournemouth er avlýstur, eftir at ein mistonkiligur lutur er funnið í norðarapartinum av Old Trafford. Tað skrivar millum annað Sky Sports.
Í dag er seinasta leikumfar í Premier League, men fyribils verður tað uttan úrslitið av Old Trafford millum heimaliðið, Manchester United, og AFC Bournemouth, tí dysturin er avlýstur.
Allir áskoðararnir eru farnir av leikvøllinum, meðan løgreglan við hundum leitar eftir einum hvørjum illgrunasamum. Tað var undir upphitini, at spælararnir fóru tíðlig av vøllinum, og løtu seinni vóru áskoðararnir á Stretford End og Sir Alex Ferguson stand leiddir av Old Trafford.
At byrja við, so var dysturin útsettur til klokkan 15.45. Nú er dysturin tó endaliga avlýstur.










