Avlýst hjá Frem

Dysturin millum liðið hjá Jón Róa Jacobsen og Atla Danielsen, Frem, ímóti Lolland Falster Alliancen - LFA - varð avlýstur í gjár. Dysturin skuldi verða á heimavøllinum hjá Frem, Valby Idrætspark, men orsakað av, at nógvir spælarar hjá LFA eru sjúkir, varð dysturin avlýstur. Óvist er, nær útsetti dysturin ímóti LFA verður spældur. Jón Rói og Atli hava annars spælt nógvar harðar dystir seinastu vikuna. Fyrst vóru teir í Kolding við Frem næstsíðsta mikudag. Seinasta leygardag spældu teir ímóti Serbia, og farna mikudag ímóti Rumenia. So hjá teimum mundi ein steðgur ikki koma illa við.