Avlýsa fund – smittuvandin er ov stórur

Pedagogar vilja ikki seta seg í vanda fyri at smitta onnur við corona

Nú hevur eisini Pedagogfelagið gjørt av at avlýsa aðalfundin, sum skuldi vera 21. mars. Fleiri og fleiri tiltøk verða nú avlýst fyri at forða fyri at corona-smittan breiðir seg. Og nú hevur eisini Pedagogfelagið gjørt av av avlýsa ætlaða aðalfundin.

Í hesum sambandi vísa tey til tilmælið frá myndugleikunum um ikki at hava tiltøk har fleiri enn 500 fólk eru savnað.

– Somuleiðis er vandin fyri at smitta fólk við corona smittuni, stórur, av tí at pedagogar arbeiða so tætt saman við borgarum, hvørs heilsa er veik. Og teir arbeiða eisini saman við so nógvum børnum og foreldrum, ið kunnu bera smittuna víðari.

Pedagogfelagið hevur ikki ásett nýggja tíð, nær aðalfundurin verður, men tey fylgja við støðuni og avgerð verður tikin, tá ið gongdin og tilmælini frá mynduleikunum í Føroyum, loyva tí.

Talgilda valið heldur tó á sum ætlað, og er seinasti møguleiki at atkvøða á miðdegi 20. mars. Úrslitið av valinum verður í staðin kunngjørt á heimasíðu felagsins seinnapartin sama dag.