Tey sum høvdu ein dreym um at sleppa úr føroyska vetrarkuldanum og vátaslettinginum, niður í heitari lond í nakrar dagar í vetur, mugu leggja sær aðrar ætlanir.
Atlantsflog skuldi annars flúgva beinleiðis úr Føroyum til Gran Kanaria frá 15. desember til 6. apríl, ella til eftir páskir.
Men á fundi í morgun hevur leiðslan í Atlantsflogi gjørt av at alýsa flúgvingina og tað er sjálvsagt í sambandi við koronu, at flúvingin verður avlýst.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at tey hava bíðað sum longst við at avlýsa, tí tey hava vónir um, at Spania fór at býta landið upp í partar, soleiðis, at summir partar av landinum fóru at liggja opnir fyri ferðafólki, hóast aðrir partar í Spania eru so hart raktir av koronu, at teir verða avbyrgdir.
Men tað er so ikki hent enn og nú hevur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, eisini boðað frá, at føroyskir myndugleikar mæla føroyingum frá at fara uttanlands at ferðast, uttan í serligum ørindum.
– Tá ið hetta eru boðini frá myndugleikanu, halda vit ikki, at tað er nøkur meining í, at vit ganga ímóti tilmælunum og royna at lokka føroyingar til Gran Kanaria at ferðast, sigur Jóhanna á Bergi.
Hinvegin fer Atlantsflog nú aftur at flúgva til Bergen í Noregi. Stjórin sigur, at tað er stórur eftirspurningur eftir eini slíkari rutu,
Tað eru nógvir føroyingar, sum arbeiða í Noregi og tað eru nógvir norðmenn, sum arbeiða í Føroyum.
Koma føroyingar til Noregs beinleiðis úr Føroyum, sleppa teir undan at fara í sóttarhald teir fyrstu dagarnar, men millumlenda teir í Danmark, sleppa teir ikki undan at fara í sóttarhald. Tí fer Atlantsflog nú at flúgva til Noregs eina ferð um vikuna, næstan heilt fram til jóla.