Fyribils bendir alt á, at tað hevur eydnast at bjarga teimum trimum avgustunum, sum vóru vilstir inn í Sundalagið í gjár, og lógu heilt inni við land við Hvalvík.
Avrátt var, at tveir bátar av Brimli skuldi royna at reka avgustarnar út frá aftur við at leggja seg ímillum teir og land og teir og skúma sjógvin upp og larma við motorunum.
Onkrir av teimum vóru strandaðir, men tó ikki meiri enn so, enn at teir sluppu av aftur og tað eydnaðist at fáa teir útfrá aftur.
Vónin var, at fáa teir heilt út, áðrenn tað varð heilt myrkt.
Tað gekk spakiligt suðureftir og skiparin á Brimli segði fyri løtu síðani, at tað eydnaðist at reka teir heilt suður um Kollafjørð, áðrenn tað varð so myrkt, at teir máttu sleppa teimum.
Men tað sær út til, at bjargingarroyndin eydnaðist, tí eingin hevur sæð teir aftur og tí verður hildið, at teir eru farnir aftur til havs, har teir hoyra heima.
Tað var tá ið tað lýsti í gjáramorgunin, at fólk varnaðust, at tað aftur lógu tríggir avgustar í Sundalagnum.
Teir lógu á Hvalvíksoyrini, beint við vrakið á Golden Heart.
Tað er ikki meiri enn ein slakur mánaði síðani, at avgustar eisini vóru í Sundalagnum, men tá rendu tveir seg á land og stóðu ikki til at bjarga.
Annar varð sleipaður til havs og ein var sleipaður á Hvalastøðina, har hann varð flensaður við tí fyri eyga at hava beinagrindinia at syna fram.
Síggi fleiri myndir frá royndini at reka avgustarnar út aftur, við at trýsta HER
Les eisini: Hevur gingið væl at reka avgustarnar út aftur |