Bjørn Kalsø, landsstýrismaður
Í grein í bløðunum fyri kortum undir heitinum Skal Fiskimálastýrið valda og fiski- og útróðrarmaðurin gjalda gevur Kári P. Højgaard ilt av sær, tí Fiskimálaráðið nú er farið undir at krevja inn avgreiðslugjald fyri at avgreiða fiskiloyvi, og fyri at avgreiða avhendingar av fiskidøgum og kvotum. Gjaldið er 500 kr fyri fiskiloyvi og 800 kr fyri avhendingar.
Løgtingið hevur samtykt at heimila, at avgreiðslugjald skal kunna krevjast. Tað er gjørt í grein í lógini um vinnuligan fiskiskap, og kemur harafturat til sjóndar í fíggjarlógini, sum varð samtykt fyri árslok 2006. Har verður roknað við 500.000 kr í inntøku orsakað av avgreiðslugjøldum í sambandi við fiskiloyvi og avhending av fiskidøgum og kvotum. Kári P. Højgaard er limur í Løgtingsins fíggjarnevnd og eigur tí at kenna til málið.
Fyrisitingarliga verður mett, at arbeiðið er tað sama, tá fiskiloyvi verða avgreidd, líka mikið um báturin er lítil, stórur ella fiskar nógv, lítið ella einki. Tá um avhending ræður, eru tveir partar inni í myndini, og tí er ein avgreiðsla av slíkum slag meiri arbeiðskrevjandi og kostar meir.
Skilji á ein hátt, at Kári P. Højgaard heldur, at betur hevði verið, um gjaldið ikki var eins fyri allar. Men so leingi talan ikki er um avgjøld ella skatt ber snøgt sagt ikki til at gera hendan mun, sum sóknast verður eftir. Verður munur gjørdur uttan sakliga grundgeving, er ikki longur talan um avgreiðslugjald. Tá tosa vit um avgjald ella eykaskatt. Slíkt mál átti Fíggjarmálaráðið at tikið sær av. Spurningurin er, um tað er hetta Kári P. Højgaard ynskir? Mær vitandi hevur Løgtingið ikki tikið støðu til tann spurningin.
Fyri at lýsa spurningin, kann til samanberingar nevnast, at skal borgari hava pass, koyrikort, nummarspjaldur á bilin ella ein seyð fluttan í aðra oyggj, verða avgreiðslugjøld kravd inn av avvarðandi ráði ella stovni. Gjaldið er tá eins fyri allar borgarar. Hugt verður ikki eftir aldri, inntøku ella sosialari støðu annars hjá viðkomandi, ið ynskir tænastuna. Peningastovnar krevja eisini avgreiðslugjøld fyri tænastur. Fyri t.d. peningaflytingar verða kravdar 15 kr. uttan mun til, hvussu stór upphæddin er, sum flutt verður og uttan mun til, hvussu fíggjarliga støðan hjá kundanum, sum ynskir tænastuna annars er. Soleiðis kundu fleiri dømi um avgreiðslugjøld verið tikin fram.
Hóast avgreiðslugjaldið er tað sama fyri allar avgreiðslur av fiskiloyvum, kann tó nevnast, at tað eru nógv skip, serliga tey størru, ið hava fleiri fiskiloyvi. Okkurt uppí eini 12 15. Hesi gjalda sostatt einar 6000 - 7500 kr. í avgreiðslugjaldi fyri teirra fiskiloyvi. Flyta hesi skip harafturat fiskidagar ella kvotur sínamillum, kemur tann kostnaðurin omaná. Smáu útróðrarbátarnir hava oftast eitt fiskiloyvi og kunnu ikki flyta fiskidagar sínamillum. Teir sleppa tí við at gjalda 500 kr.
Vónandi fara grunnarnir at geva so mikið av fongi til heystar, at flotin fer at knógva hesari byrðu.