Avgjaldspolitikkur

Sólvit Simonsen

Fyri umleið tveimum árum síðani gjørdi núverandi samgonga ? Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, undanfarnu samgongu til grin, tí teir skuldu seta eykagjald á køkur og sodavatn. Hvat hendir nú? Jú, nú somu menn eru komnir framat, duga teir ikki at finna uppá nakað annað enn tað, sum teir spottaðu hinar við. Her má orðatakið sannast, »tann, sum gravar eina grøv til ein annan, dettur oftast í hana sjálvur«.
Her eru tvær føroyskar fyritøkur, sum hava nøkur fólk í arbeiði runt landið og nú skulu tær týnast, hvat tá. Tá ið tað er forgift, tær selja, hví so ikki steðga bara heilt, so er friður av teimum báðum føroysku arbeiðsplássunum.
Tað mátti borið til at funnið upp á okkurt annað viðvíkjandi milliónunum, ið skulu skaffast.
Nú í heystið er komið og slaktingartíðin upp á tað fagrasta, eru sjónvarp, útvarp og bløð full av lýsingum, ið selja útlendskt seyðakjøt, sera áhugavert at vera bóndi og noyðast at standa og nikka til hvønn smádrong um at fáa teir at keypa eitt krov frá sær.
Hatta er bara eitt dømi. Tað mátti borið til heldur at sett gjald á útlendskar vørur og latið tær føroysku vørurnar blivið stuðlaðar við einum minni gjaldi, soleiðis at okkurt ber til at finna uppá hjá einum føroyingi. Skinnini, ið nú skuldu avskipast, nú liggja tey. Spennandi fyri tann, sum roynir okkurt.