Avgjaldið verður verandi

Oljuavgjaldið á flogferðaseðlum, sum var ásett herfyri, verður verandi eina tíð enn

Oljuavgjaldið á flogferðaseðlum verðuru ikki tikið av aftur fyribils. Til tess er altjóða oljuprísurin ov høgur, siga flogfeløgini.
Fólk eru farin at halda, at nú man oljuavgjaldið á flogferðaseðlum skjótt fara at verða tikið av, tí nú er brýfrítt bensin til bilar so bíligt. Og tað mátti saktans smittað eitt sindur av á brennievnini til flogførini.
Men soleiðis hongur tað ikki saman sigur stjórin á Atlantsflogi. Hetta hevur einki við hvørt annað at gera.
Magni Arge, stjóri á Atlantantsflogi, sigur, at avgjørt er, at so leingi altjóða oljuprísurin er oman fyri 35 dollarar fyri tunnuna, verður avgjaldið ikki tikið avaftur. Fríggjamorgunin var prísurin 45 dollarar fyri eina tunnu, so tað tykjast ikki serliga góð útlit fyri eini avtøku, heldur hann.
Talið 35 dollarar er eitt tal, sum fleøgini eru samd um. Tað er í grundini týska flogfelagið Lufthansa, sum hevur sett tað á, sigur Magni Arge. Og hesum støðinum fer Atlantsflog eisini at fylgja, sigur hann.