Í seinastuni hava fleiri lond umrøtt møguleikan at leggja eitt avgjald á flogferðaseðlar og at brúka pengarnar til at hjálpa teimum fátæku londunum við, men tað hevur víst seg at vera trupult at semjast um ætlanina.
Men nú hevur franska stjórnin gjørt av at seta skipanina í verk fyri at vísa umheiminum, at tað ber til, skrivar AP. Jacques Chirac, forseti, segði á einum fundi í París fyrradagin, at pengarnir frá avgjaldinum skulu brúkast til at hjálpa teimum fátæku londunum í bardaganum ímóti eyðkvæmi, tuberklum og malaria.
Týskland, Spania, Brasil, Algeria og Kili hava boðað frá, at tey fara at taka undir við einum uppskoti um ein fátækraskatt, tá málið kemur til viðgerðar á ST-toppfundinum miðskeiðis í næsta mánað. Uppskotið er upprunaliga franskt, tí tað var franski fíggjarmálaráðharrin, Thierry Breton, sum bar tað upp á mál á einum ST-fundi í summar.