Avgjørt í Streymnesi

Alt bendir á, at KÍ fyri aðru ferð í tríggjar dagar skal fara úr Streymnesi við ongum.

Fýra minuttir fyri leiklok hevur EB/Streymur økt um leiðsluna, so hon nú er 2-0. Málskjútti hesa ferð var Hans Pauli Samuelsen.