Hondbóltur
At kvinnukappingin er ein kapprenning, sum einvíst stendur millum Stjørnuna og Tjaldur, varð undirstrikað í høllini á Hálsi sunnudagin.
Neistin, sum er liðið, ið liggur aftan fyri oddin, megnaði í øllum førum ikki at geva nakað serligt prógv um, at tær kunnu skala fremru liðini.
Tað kann væl vera, at Neistin skoraði tey trý fyrstu málini í dystinum, men tað fekk bara ferð á Tjaldur, sum við fullari ferð setti seg á restina av fyrra hálvleiki.
Í longum løtum vórðu tær bláu bara at rokna sum statistar, og so munaði tað ógvuliga lítið, at gestirnir dempaðu ferðina heilt nógv eftir steðgin.
Kanska høvdu tær hug at dempa ferðina ov nógv, tí veruleikin er eisini, at Neistin væl kundi skapt eitt sindur av spenningi eftir steðgin.
Munurin endaði niðri á seks málum, men var tað ikki fyri fleiri teknisk mistøk og enn fleiri góðar bjargingar frá Guðrun í Lágabø, kundi heimaliðið kanska skapt nakað av spenningi í. Men júst evnið at sleppa undan ov nógvum mistøkum er vanliga eitt av eyðkennunum hjá einum oddaliði, og í so máta undirstrikaði dysturin bara tann mun, sum er.
Fakta um dystin
Neistin-Tjaldur 24-30 (9-18=
10 min: 3-4
20 min: 5-14
40 min: 14-22
50 min: 17-28
Málskjúttar
Neistin: Katrin á Neystabø 11(5), Unnur Danielsen 5, Anja Heinadóttir 2, Rakul Augustinussen 2, Lina Andriulyte 1, Marjun F. Danberg 1, Birita Wardum 1, Unn Kragesteen 1
Tjaldur: Adina Petrea 9, Annika Thomsen 6, Heidi Svedal 4, Cornelia Rimbu 4(2), Mary-Ann Zachariassen 3, Alina Olaru Anghel 3(1), Jóhanna í Króki 1
Brotskøst: Neistin 6, Tjaldur 4
Útvísingar: Neistin 3, Tjaldur 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen









