Kollfirðingar mugu í minsta lagi hálva aðru viku, áðrenn tey fáa vissu fyri nøkrum finaluplássi.
KÍF spældi í dag heimadyst móti StÍF, og eftir at StÍF tapti seinasta sunnudag, skuldu kollfirðingar bara hava eitt stig afturat, áðrenn teir hava matematiska vissu fyri finaluplássinum.
Og tað stigið kom ikki í dag. Fyrstu 10 minuttirnar var tað annars heimaliðið, sum var omaná, men so tóku gestirnir yvir. Restina av fyrra hálvleiki vunnu teir sær eina leiðslu, sum kom upp í fýra mál, og eftir steðgin sleptu teir ongan tíð takinum.
Tvørtur ímóti kom leiðslan okkurt skifti upp í eini átta mál, og tí var sigurin hjá StÍF ongan tíð í vanda.
Við sigrinum er StÍF nú komið upp á 27 stig. Tað eru tvey færri enn KÍF, men KÍF hevur tó tveir dystir eftir at spæla, meðan strandingar bert hava tann eina. Komandi dysturin hjá KÍF verður móti Neistanum, og eingin ivi er um, at teir vilja vissa sær neyðuga stigið her, so sleppast kann undan einum altavgerandi dysti í Hoyvíkarhøllini í seinasta umfarinum.
KÍF-StÍF 22-29 (12-16)









