NSÍ er framvegis stórfavorittur at vinna FM í unglingadeildini. Tað verður liðið í Runavík, um tað í 15. og síðsta umfari, sum er á skránni mánakvøldið, eydnast á heimavøllinum við Løkin at vinna á EBS/Skála, sum higartil bara hevur vunnið eina ferð í landskappingini í ár - 1-0 á B36.
Tað er bara KÍ, sum hevur lítlan møguleika at hótta NSÍ. Í kvøld var neyðugt hjá steypavinnarunum í KÍ at vinna útsetta dystin ímóti B36 í Gundadali, um FM møguleikin skuldi varðveitast.
KÍ varðveitti FM møguleikan við at vinna 5-2 eftir at hava verið á odda 2-1 í hálvleikinum.
Jóannes Bjartalíð setti hol á fyri KÍ, Benjamin Heinesen javnaði, og so gjørdi B36 sjálvmál. Men so sá svart út hjá klaksvíkingum. Tveir minuttir eftir steðgin varð KÍ undirmannað, og tá ið Johan Vang lítla løtu seinni javnaði til 2-2 fyri B36, bar tað á tað borðið, at heimaliðið skuldi vinna.
Soleiðis vildi KÍ tað tó ikki. Eftir lítlari løtu miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraði KÍ til 3-2 og 4-2 við málum, sum Jákup P. Ziskason og Steinbjørn Olsen skoraðu, og tíggju minuttir undan dystarloki staðfesti Bárður Hansen 5-2 KÍ sigurin.
Tað endaði 2-2 millum EBS/Skála og Víking, sum var frammanfyri 2-0 í hálvleikinum og heilt, inntil tað restaðu 10 minuttir. So minkaði heimaliðið um munin, og klokkan var farin tveir minuttir út um vanligu leiktíðina, tá ið EBS/Skála javnaði.
Jan á Høgaryggi skoraði bæði málini hjá heimaliðnum. Gunnar Vatnhamar legði Viking framum, og Magnus Jarnskor økti við brotssparki.
NSÍ og KÍ hava 34 stig. KÍ hevur betri málmun enn NSÍ, men reglurnar siga, at innanhýsis uppgerðirnar telja, áðrenn roknað verður við málmuninum, og NSÍ hevur vunnið tvær ferðir á KÍ, meðan klaksvíkingar bara hava vunnið eina ferð á NSÍ. B36 hevur 20 stig, Víkingur 15 stig, HB 14 stig og EBS/Skála 4 stig.
Síðsta umfar verður mánakvøldið 30. september: KÍ-Víkingur, NSÍ-EBS/Skála og HB-B36.