Avgerðin er á gáttini

Um B36 fær fult ímóti EB/Streymi, og HB einki stig vinnur á Argjum, so verður B36 meistari longu í dag

Eftir eitt langt kappingarár í sjáldsama góðum líkindum er endaspurturin í fótbóltinum í rættum heystarveðri. Mikukvøldið var tað ónossligt, og sambært veðurforsøgnini verður veðrið seinnapartin soleiðis, at tað verður regn, og lágættarvindurin fer at órógva.

Í botninum er alt avgjørt, meðan tað í toppinum framvegis er spenningur, um tað verður annað ella hitt liðið í Gundadali, sum fer at vinna gull.

Triði síðsta umfar verður klokkan 15. Tað er møguleiki fyri, at FM spurningurin verður svaraður tveir tímar seinni. Tveir avgerandi dystir eru í høvuðsstaðnum. Um B36 megnar fulla úrtøku á heimavølli ímóti EB/Streymi, og um HB tapir á Argjum, so verður B36 meistari í dag.

Um mett verður út frá gongdini síðani summarsteðgin er tað tó lítið, sum talar fyri, at alt verður avgjørt í dag. Síðani á ólavsøku hava níggju umfør verið. Grannafeløgini í Gundadali hava staðið seg best – HB hevur vunnið 21 stig, B36 18 stig, Víkingur 16 stig, KÍ og NSÍ 13 stig, EB/Streymur og AB 12 stig, ÍF 11 stig, B68 7 stig og Skála 3 stig.

 

25. umfar

Víkingur-ÍF: Lars Müller kl. 15.00

NSÍ-KÍ: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00

Skála-B68: Dagfinn Forná kl. 15.00

B36-EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 15.00

AB-HB: Alex Troleis kl. 15.00

 

Støðan undan 25. umfari

B36 55

HB 51

Víkingur 42

NSÍ 34

EB/Streymur 34

KÍ 33

ÍF 28

AB 25

B68 16

Skála 12