Avgerðin enn eina ferð útsett

Hóast tvey tap á rað er NSÍ framvegis favorittur at vinna FM í U18 kappingini

Fyri einari viku síðani – tá ið U-18 dreingirnir hjá KÍ høvdu vunnið á NSÍ – varð staðfest her á síðuni, at avgerðin um, hvør fór at vinna FM varð útsett.

Í kvøld hevur fult umfar verið í kappingini millum U-18 liðini, og úrslitini hesa ferð lagaðu seg soleiðis, at avgerðin enn eina ferð er útsett.

NSÍ var aftur á kvøld á útivølli, og heldur ikki í kvøld eydnaðist tað at hava stig í viðførinum aftur til Runavíkar. NSÍ spældi í Gundadali ímóti B36, sum vann 2-1, og í Streymnesi vann KÍ 3-0 ímóti EBS/Skála. Triði dysturin var í Sarpugerði, har Víkingur vann 4-0 á HB.

NSÍ er oddalið við 34 stigum fyri 14 dystir og málmuninum +16. KÍ er næstfremst við 31 stigum fyri 13 dystir og málmuninum +34. Tað eru bara hesi bæði liðini, sum hava møguleika at vinna FM. Hóskvøldið skal KÍ í Gundadal at spæla útsettan dyst ímóti B36.

Eftir sigurin í kvøld er B36 trygt á bronsuplássinum við 20 stigum. Við 4-0 heimasigri á HB lyfti Víkingur seg í kvøld upp á 14 stig og fjórða plássið frammanfyri HB, sum eisini hevur 14 stig. Hóskvøldið skal Víkingur spæla útsettan dyst á útivølli ímóti EB/Streymi, sum er aftast við trimum stigum.

Síðsta umfar verður mánakvøldið um eina viku. Tá sær skráin soleiðis út: KÍ-Víkingur, NSÍ-EBS/Skála og HB-B36.

Ásetingarnar fyri U18 landskappingina siga, at um tað stendur á jøvnum í stigum, so verða innanhýsis úrslitini avgerandi, áðrenn farið verður til málmunin. Í innanhýsirs roknskapinum millum NSÍ og KÍ er NSÍ omaná. Meðan KÍ hevur vunnið eina ferð – 4-1 í Klaksvík síðsta mánakvøld – so hevur NSÍ vunnið tvær ferðir á KÍ – 4-1 í Klaksvík 6. mai og 2-1 við Løkin 10. juni. Harvið er einki at taka seg aftur í, at NSÍ – hóast tvey tap á rað – framvegis er favorittur at vinna FM heitið.