Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í Vinnumálum, sigur, at nýggi SHEFA-2 kaðalin hevur heilt avgerandi týdning fyri Føroyar.
– Kaðalin setir Føroyar á heimskortið sum eitt knútapunkt í Norðurhøvum, sigur landsstýrismaðurin, sum eisini heldur at tað er ein neyðug íløga hjá Føroya Tele.
– Tað er neyðugt hjá Føroya Tele, og teir hava boðað okkum frá (Vinnumálaráðnum, blðm.), at teir ynskja breiðband til hvørt hús í Føroyum í 2012. Tá verður brúk fyri slíkum kapasiteti sum hesum, sigur Bjarni Djurholm.
Hann vísir samstundis á, at henda íløgan, sum er størsta einstaka íløgan hjá fyritøkuni nakrantíð, møguliga bert er ein minni partur av øðrum íløgum, sum Føroya Tele er farið undir, soleiðis at Føroyar verða javnbjóðis við tey mest framkomnu londini í heiminum um nøkur ár. Við hesum sendir landsstýrismaðurin nakrar beinleiðis tankar til Visjón 2015, og Bjarni Djurholm sigur, at kaðalin er ein fortreyt fyri hesum.