Avgerandi í oddi og botni

Skal VB koma í nær námind oddaliðnum úr Vestmanna, er helst neyðugt hjá vágbingunum at gera ein vørr, tá tær leygardagin fara til Vestmanna. Á Giljanesi fara tvey av botnliðunum at takast

 

Upptakt - kvinnur

 

 

 

Eins og hjá monnunum, so verður talan um tríggjar dystir í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnum.

 

 

 

Seinasta útkall

 

Fyrstur av hesum verður dysturin í Vestmanna, har meistararnir taka ímóti VB. Undan kappingini varð VB mett sum ein av veruligu avbjóðarunum til gullmerkini hjá VÍF, og hetta varð mest sum váttað í fyrsta dystinum, tá VÍF akkurát slapp heilskalað úr Vági.

 

Síðani hava úrslitini hjá liðnum tó verið rættiliga ójøvn, og meðan VÍF hevur skúgvað alla mótstøðu til viks, hevur VB tapt fyri bæði Stjørnuni og Neistanum, soleiðis at tær í løtuni eru á einum fjórða plássi. Nakað sum eisini ger VÍF til greiðan favoritt undan dystinum.

 

Tí er tað kanska longu nú seinasta útkall hjá VB, um tær veruliga skulu gera sær nakrar vónir um at blanda seg í oddastríðið, men skal hetta henda, er neyðugt at liðið fær glið í tað vælkenda kvika álopsspælið, sum tær áður hava verið garantur fyri, og so er tað heldur ikki nóg mikið, at tað bert er Gabriella Fekete, sum sýnir veruligt máltev.

 

 

 

Botndystur á Giljanesi

 

Sunnudagin verður sannur botngysari á Giljanesi, tá StÍF kemur á vitjan hjá Sóljuni. Tað hevur verið sagt fleiri ferðir í ár, at tað verða innanhýsis dystirnir millum tey trý niðastu liðini, sum fara at avgera botnstríðið, og í so máta er hesin ein av seks avgerandi dystum í grundspælinum.

 

Í umvendu uppgerðin vann Sóljan sín higar til einasta sigur í grundspælinum, og ætlanin er ivaleyst at endurtaka hendan. StÍF fer tó uttan iva at gera mótstøðu, og í øllum førum verður uppgávan hjá heimaliðnum torførari, nú Alina Olaru aftur á tøk hjá getunum.

 

Seinni dysturin sunnudagin verður á Hálsi í Havn, og eins og hjá monnunum, so er Neistin risa stórur favorittur at vinna lokaluppgerðina móti Kyndli.

 

Fyrri dysturin millum liðini endaði við stórsigri til Neistan, og sum støðan er í løtuni, er vónin hjá Kyndli helst at avmarka málmunin hesaferð.